Ein meiriluta av amerikanska fólkinum eru ímóti heilsunýskipanini hjá Barack Obama, forseta, hóast tey taka undir við teimum flestu pørtunum av nýskipanini. Í einari nýggjari meiningakanning hjá Reuters siga 56 prosent, at tey taka ikki undir nýskipanini. Hinvegin vilja 44 prosent fegin hava hana.
Úrslitið er tað øvugta av meiningakanningum, sum eru gjørdar fyrr. Eitt nú vísti ein kanning í mars, at 65 prosent tóku undir við heilsunýskipanini hjá Obama, men tann nýggja kanningin bendir á, at tað hevur eydnast republikanarunum at fáa fólk at venda sær ímóti henni.
Kanningin hjá Reuters vísir, at teir flestu amerikanararnir taka undir við, at tryggingin hjá foreldrunum skal umfata børnini, til tey fylla 26, og at fyritøkur, sum hava meiri enn 50 fólk í arbeiði, skulu hava skyldu til at tryggja starvsfólkini.
Hinvegin eru 61 prosent ímóti, at øll, sum búgva í USA, skulu hava egna heilsutrygging. Rapublikanararnir halda uppá, at hetta kravið er í stríð við grundlógina, og tann spurningin fer amerikanski Hægstirættur at taka støðu til um nakrar dagar.