Fýra trolbátar fiska makrel

Flestu partrolarar fiska upsa í løtuni, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

- Flestu partrolarar fiska upsa í løtuni, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin er framvegis smáligur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa, og teir koma væntandi inn at landa mánadagin.

 

Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og kongafisk og kemur helst inn at landa seinnapartin av næstu viku.

 

- Ein annar djúpvatnstrolari fiskar stinglaks, og restin av trolarunum fiska makrel.

 

Lagt verður aftrat, at fýra trolbátar eru til fiskiskap og fiska makrel. Restin av trolbátunum liggja við bryggju.