Fýra matvørur afturkallaðar

Heilsufrøðiliga starvsstovan boðar frá, at fýra ymiskar vørur, sum eru at fáa til keyps í føroysku handlunum, eru afturkallaðar.

Heilsufrøðiliga starvsstovan boðar frá, at fýra ymiskar vørur, sum eru at fáa til keyps í føroysku handlunum, eru afturkallaðar.

 

Talan er um kovaost av slagnum Levevis Hytteost 1,5% 450 gr. Produktionsdato: 24/9 + 26/9 2014 Mindst holdbar til: 18/10 + 20/10 2014 og Karolines Køkken Hytteost 4,5% 450gr. Produktionsdato: 22/9+ 24/9 2014. Mindst holdbar til: 22/10 + 24/10 2014

 

Kovaosturin varð afturkallaður av Arla Foods av tí at skøvn er omaná vøruni, orsakað av dálking við óynsktum bakterium, skrivar heilsufrøðiliga starvsstovan á heimasíðu teirra.

 

Eisini eru tríggjar ymiskar vørur við graskerkjarnum afturkallaðar orsakað av restum av týningarevnum, sum er evni, ið ikki skal nýtast til í framleiðslu av graskerkjarnum.

 

Her er talan er um Salatmix av slagnum Earth Control, nettovægt: 200 g, lotkota: PO040061, Græskarkerner naturel av slagnum Earth Control, nettovægt: 140 g, lotkota: PO040058 og Salatmix m/frugt av slagnum Food Trends, nettovægt: 125 g, lotkota: PO040477. Tað er System Frugt A/S sum afturkallar vørurnar, skrivar heilsufrøðiliga starvsstovan á heimasíðuni.

 

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at beina vøruna burtur ella at lata hann inn aftur í handilin, har hon er keypt.