Fýra doyðu av sterkari spreinging í Leicester

Bretska løgreglan upplýsir, at tey enn leita eftir ofrum av spreinginini. Fýra fólk eru framvegis innløgd við skaðum.

 

Fýra fólk doyðu í sterku spreinginini í bretska býnum Leicester, upplýsir bretska løgreglan.

 

Løgreglan hevur fyrr sagt, at spreingingin í gjárkvøldið einki hevði við yvirgang at gera.

 

– Júst nú er váttað, at fýra fólk eru deyð, og fýra eru framvegis á sjúrkahúsi, ein við álvsomum løstum, stendur í fráboðan frá løgregluni í Leicestershire.

 

Spreingingin legði í oyði eina kiosk og eina íbúð, og løgreglan hevur fyrr upplýst, at seks fólk fingu skaða.

 

Løreglan arbeiðir framvegis á staðnum.

 

– Vit halda, at tað kunnu vera fólk, sum vit enn ikki hava greiðu á, og bjargingartænastan heldur fram fyri at finna fram til, um fleiri fólk eru íleivdunum, sigur talsmaður fyri løgregluna.

 

Eitt nú skal kannast, hvør orsøkin var til sterku spreingingina, og løgreglan er í ferð við at avhoyra fólk í økinum.

 

/ritzau/AFP