Fyri fyrstu fer nakrantíð ber til við nýggjum fylgisveinamyndum at eygleiða nøgdirnar av manngjørdum CO2 útláti ymsa staðni á klótuni. Myndirnar, sum eru frá tíðarskeiðinum mai 2005 til apríl 2006, vórðu tiknar av evropeiska fylgisveininum Envisat, som varð sendur í ringrás 1. mars 2002. Myndirnar hava eina upploysn á heilar 300 metrar, sum er tíggju ferðir klárari enn onnur líknandi kort hava verið frammanundan.
Fyrimunurin við fylgisveinamyndum er, at tær verða tiknar yvir longri tíðarskeið, og verða tí ikki ávirkaðar av ljós og myrkri, veðri og árstíð.
Millum annað ber longu nú til at síggja eitt kort yvir Evropa, har útlátið av CO2 er mest í økinum frá Amsterdam til Frankfurt, sum eisini er mest fjølbygda økið í Evropa, sigur norska heimasíðan www.forskning.no.
Øll kortini verða liðug í juli 2008, og tá fer at bera til hjá einum og hvørjum at taka tær niður av internetinum.
Nakrar av myndunum eru longu at finna á: dup.esrin.esa.int/projects/isummaryp68.asp