Funnu green’ina

Málið, sum føroysku golfspælararnir settu sær undan oyggjaleikunum, varð rokkið, tá føoyingar hildu seg burtur frá aftasta plássinum

Rói H. Christiansen gjørdist besti føroyingurin í golfkappingini á oyggjaleikum. Rói gekk tær fýra ferðir 18 holini í 371 sløgum, og tað setti hann á eitt 57. pláss í samlaðu støðuni.

Næstur honum av føroyingunum var Jónfinn Thomassen, sum við 416 sløgum gjørdist nummar 60.

Triði føroyingurin í golfkappingini varð Ragnar Isaksen, sum við 445 sløgum gjørdist nummar 67.

Samanlagt gjørdist føroyska liðið nummar 16 av 17 liðum.