Spreinging
Seinnapartin hósdagin funnu menn frá J&K Petersen eina granat, meðan teir arbeiddu við at dýpa við eystaru bryggju í Havn. Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at hetta kemur fyri, og teir eru alt annað enn fegnir um, at teir skulu steðga arbeiðinum, og bíða til hetta kann fáast av vegnum. Vit hava tó gott tol, siga teir.
Hósdagin var talan um eina granat frá seinna heimsbardaga. Talan var um eina sokallaða ?luftværns? granat, ið ikki eru ókend um okkara leiðir sum rest frá kríggsárunum í fjørutunum.
Teir, ið funnu granatina, boðaðu løgregluni frá, og teir beindu so boðini víðari til Færøernes Kommando. Fyrsta stigið var at fáa økið avsperrað. Síðani komu menn frá Færøernes Kommando á staðið. Sigast skal, at granatin var einar 40 cm. long, og brennirørið var enn heilt.
Hans Jensen, orlogskaptajn, sigur, at teir stundum uppliva tílíkt, og granatir frá seinna heimsbardaga eru rættiliga vanligar, har skip og annað hesa tíðina hava ligið. Eisini í Danmark nýta teir nógva orku upp á at fáa ruddað økir fyri tílíkum granatum og øðrum.
Hann sigur, at serkønir frá Færøernes í hesum og ørðum førum fara at kanna lutin, og teir gera so av, hvat skal gerast víðari. Alt tílíkt verður sprongt vanliga. Fyrst verður granatin koyrt í eitt serligt rúm hjá Færøernes Kommando til endamálið. Teir serkønu mettu ikki, at nakar vandi var á ferð við hesari granatini, og hon verður sprong einaferð seinni, tá teir gera av við innbúgvið í serliga rúminum. Tað kemur fyri, at teir beinanvegin gera av at spreingja, men hildið var ikki, at hetta var neyðugt.
Hans Jensen sigur, at teir í samráð við Tórshavnar Havn í løtuni umhugsa møguleikan, at fáa serkønar kavarar at rudda arbeiðsøkið fyri vandamiklar spreingilutir. Støða er tó ikki tikin til hetta enn, men tað er givið, at tílík kostar pengar, tá neyðugt er at steðga arbeiðið.
Skuldi onkur koma fram á granatir ella líknandi, so eru ráðini at boða løgregluni frá hesum, sum síðani boðar avvarðandi myndugleika frá.