Funnu bumbu frá krígnum í Berlin – fleiri túsund flutt burtur

Í sambandi við útgrevstur á einum byggiplássið varð funnin ein 100 kg tung bunba. 3000 fólk vóru flutt burtur.

Umleið 3.000 fólk í miðbýnum í Berlin móttu í nátt flytast burtur, tá myndugleikarnir við skuldu gera bumbuna óskaðiliga. Talan var um ein ósprongda bumbu frá øðrum heimsbardaga.

Bumban, sum vigaði 100 kg, varð funnin í sambandi við ein útgrevstur á einum byggiplássi við stórsentrið Alexa, sum liggur nærindis vælvitjaða Alexanderplatz í Berlin-býarpartinum Mitte.

Tað sigur løgreglan í týska hvøðsstaðnum sambært tíndastovuni dpa.

Gamla bumban er funnin fleiri enn 70 ár eftir, at teir sameindu bumbaðu Berlin.

Løgreglan stongdi økið kring bumbuna í ein radius á 300 metrar. Umframt bústaðirnar førdi tað til, at fólk á einum røktarheimi og í fleiri handlum eisini máttu flytast burtur.

Undirgrundsbanin í økinum varð eisini stongdur í fleiri tímar.

Tað hendir javnan, at ósprongdar bumbur frá øðrum heimsbardaga verða funnar í Týsklandi. Annar heimsbardagi endaði í mai í 1945, tá Týskland gav seg yvir.

Í apríl í fjør máttu fleiri túsund fólk flytast burtur úr ein um øki við høvuðsjarnbreytarstøðina í Berlin, tá ein bumba, sum vigaði 500 kg, varð funnin har.

Og í stórbýnum Köln máttu 10.000 fólk flytast úr heimum sínum í november, tá ein stór bumba varð funnin í landssynningspartinum av býnum.

Í 2017 var tann størsta flytingin av fólk, tá ein bumba upp á 1,8 tons varð funnin í Frankfurt. Tá máttu 60.000 fólk flytast burtur.

Mett verður, at bara í Berlin eru umleið 3.000 ósprongdar bumbur eftir.

 

/ritzau/