Keopspyramidan er eitt av heimsins sjey undrunum.
Nú hava granskarar funnið eitt loyniligt rúm í hesum undrinum. Rúmið er til støddar sum eitt ferðamannaflogfar, men ikki er enn greitt, hvat endamálið var við rúminum.
Rúmið funnu tveir granskarabólkar, har ein var úr Japan og hin úr Fraklandi. Teir arbeiddu við ætlanini Scan Pyramids, har kanningar verða gjørdar við at arbeiða soleiðis, at pyramidurnar ikki fáa skaða.
Rúmið hevur verið loyniligt í 4500 ár.
Keopspyramiduna bygdi Keops farao, ið ráddi fyri borgum frá 2589 fyri Krist, og 23 ár fram. Keops er sjálvur grivin í pyramiduni.
Keopspyramdan er hin størsta og elsta av pyramidunum í Giza, ið liggur uttanfyri Kairo.