26. juni skuldi fundur vera millum innlendismálaráðið og CIP 26. juni. Rúni Bro Róin møtti ikki til hendan fundin, tí hann var á fundi við Kaj Leo Holm Johanessen. Jens Wang hevur fyrrapartin brúkt nógva tíð, at spyrja løgmann um hendan fundin, sum var á skrivstovuni hjá løgmanni úti í Tinganesi.
- Eg kalli hetta ikki en fund. Eg bjóðaði Rúna Bro Róin til ein kaffimunn á skrivstovu míni, har eg greiddi honum frá, at málið mátti leggjast fyri Løgtingið aftur og hví so var.
Løgmaður sigur, at Rúni Bro Róin gjørdist sera firtin um hetta, og vildi als ikki góðtaka tað. Sambært løgmanni, var talan als ikki um nakrar samráðingar av nøkrum slag.
- Vit tosaðu saman um hetta í ein, kanska hálvanannan tíma, har eg greiddi honum frá politisku støðuni, og síðani fóru vit hvør til sín.
Kári P. Højgaard hevur greitt frá, at Rúni Bro Róin møtti eini fimm, seks tímar ov seint til fundin í Innlendismálaráðnum, men løgmaður avvísir staðiliga, at hann hevur verið á fundi við seg alla hesa tíð.
- Kári P. Højgaard bað meg kunna CIP um politisku støðuna, og tað gjørdi eg á hesum fundinum.