Fundur um orku í Norðurlandahúsinum

"Frá steionolju til framtíðar varandi reina orku ? globalur tørvur við støði í lokalum tilfeingi", verður heitið á fundi, sum FNU skipar fyri í Norðurlandahúsinum hósdagin 15. apríl.

Hósdagin 15. apríl frá kl. 16.00-18.00 skipar Føroya Umhvørvisverndarfelag (FNU) fyri fundi um orku í Klingruni í Norðurlandahúsinum undir heitinum: "Frá steionolju til framtíðar varandi reina orku ? globalur tørvur við støði í lokalum tilfeingi".

Fundurin byrjar við at formaðurin í FNU, Erling Simonsen, bjóðar vælkomin. Síðan verður tað stjórin fyri Folkesentret for vedvarende energi í Thy, Preben Maegaard, sum fær orðið. Eftir hann hava Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í orkumálum, og Klæmint Weihe, stjóri í SEV, hvør sítt innlegg. Aftaná verður pallborðsorðaskifti, har høvið verður at seta spurningar.