Fundamentalisma á føroyskum palli

Fundamentalisturin er heitið á leiki, sum verður frumframførdur á Maiarínum leygarkvøldið. Leikurin spyr, hvør í veruleikanum er religiøsur fundamentalistur? Tey, sum halda seg hava sæð ljósið, ella tey, sum halda seg vera upplýst?

Á einari vakrari skál liggja nýbakaðar Jesuskøkur. Tað eru ljósar smákøkur við skapi sum krossar, við hvítari glasing og lillavornum vióldrússi – hóskiligar og festligar júst í dag.

Fundamentalisturin er heitið á finskum leiki, sum leikbólkurin Tvazz frumframførir á Maiarínum leygarkvøldið. Tí hevur bólkurin bjóðað til upplýsing og Jesuskøkur í morgun.

Kring borðið sita leikararnir báðir, Gunnvá og Bárður, danski leikstjórin Petra Berg Holbek og Egil B. H. Hansen, ljóssniðgevi.

- Tittulin og leikritið rakar beint niður í føroysku konfliktina. Navnið á leikritinum fangaði áhuga mín beinanvegin, og tá eg hevði lisið tað, varð eg sannførd um, at hetta var ein leikur, sum hevði verið upplagdur at sett upp her, sigur Gunnvá Zachariassen, stigtakari til leikbólkin Tvazz, og annar av teimum báðum leikarunum. Hon og Bárður Persson spæla ávikavist fundamentalistiska Heidi, og Markus, sum er farin úr starvinum sum sóknarprestur.

- Íblásturin er sjálvandi sprottin úr øgiliga orðaskiftinum í sambandi við 266b. Vit høvdu kanska roknað við, at vit føroyingar eru ein homogenur fólkabólkur, men knappliga brast bumban, sum gjørdi, at fólk kendu seg beinleiðis forfylgd – bæði samkynd, litt fólk, trúgvandi og humanistar, sigur Gunnvá Zachariassen, sum tó saknaði listarliga ískoytið til eintáttaða orðaskiftið.


Psykologist drama

Tað hevur verið sagt um leikin, at hann er eitt gløgt og sera neyvt uppbygt psykologiskt drama um tvey fólk, sum hava ein ómetaligan tørv á at søkja sannleikan. Í hesi strømmu og einfaldu søgu um tvey fólk við sera ymiskari tilgongd til Kristnu trúnna, kannar finska leikskaldið Juha Jokela, hvat átrúnaðarlig sannføring er, umframt vandarnar av átrúnaðarligari fanatismu og hvussu skjótt og lætt vit onnur, sum annars halda okkum verða væl upplýst og frísinnað, kunnu gerast líka so sjálvrættvís og dømandi sum fundamentalistar. Jokala viðger óvikiliga hesi fyribrigdi og uttan at døma ella hevja peikifingrar hyggur hann eftir evnunum trúgv, manipulasjón og sárbæri.


Hvør er fundamentalistur

Og spurningurin, sum stingur seg upp við borðið her á Maiarínum í morgun er, hvør í veruleikanum er fundamentalistur? Er tað tey, sum eru sannførd um, at alt sum stendur í heilagu skriftunum er einasti og reinasti sannlikin, ella er tað eisini hini, sum halda seg vera upplýst og tolin? Eru tey ikki í veruleikanum minst líka so snævurskygt og fordómsfull, sum hini?

- Religiøs fundamentalisma er um allan heimin. Amerikanski forsetin hevur uppruna í einum djúpt fundamentalistiskum baklandi, og er hvørki frægari ella verri enn muslimsku fundamentalistarnir. Báðir partar hava tað í felag, at teir trúgva upp á, at allur sannleiki stendur í einari heilagari bók, sigur leikstjórin Petra Berg Holbek, sum heldur hetta vera ein avleiðing av einari tíð, sum er eyðkend av mentunarligum upploysni.

- Tá er tað natúrligt, at fólk leita aftur í hitan og royna at finna fokus í tilveruni, sigur hon, og vísir á, at hetta eisini er orsøkin til, at júst hesin leikurin er spennandi at seta upp í Føroyum.

Og Gunnvá skoytir uppí, at orðaskiftið um grein 266b var eyðkent av bøkkakasti, og at har avgjørt vantaði eitt listarligt ískoyti. Spurd, hvussu listin kann vera eitt íkast til kjakið, sigur hon, at hon kann flyta mørk og seta málið í eitt annað ljós, tí hon nemir kenslurnar á ein annan hátt, við til dømis at seta tingini upp á ein spíss.


Tekur ikki støðu

Leikurin snýr seg um tvey sera ymisk kristin, Markus, sum av samvitsku ávum er farin úr starvi sínum sum sóknarprestur, og Heidi, hansara fundamentalistiskt virkna vinkona, hittast aftaná tjúgu ár. Heidi hevur funnið Guð í eini bráari og bergtakandi uppvekjan, og Markus er djúpt skelkaður av hennara avgjørdu sannføring. Tann djúpa ósemjan, sum sprettur teirra millum, og tey ymisku sjónarmiðini, sum koma fram um kærleika, kynslív, menniskjaliga ábyrgd og tað at verða góðtikin, drívur bæði tvey út á eggina í eini sálarligari fløkju. Leikurin kastar ljós á, hvat fundamentalisma er fyri nakað - við øllum sínum fellum og fløkjum.

- Í leikinum uppliva vit eina ítøkiliga konfrontatión, sum kundi ímyndað eitt orðaskiftið við lesarabrøvum í bløðunum. Men báðir leiklutirnir hava reel motivir fyri at vera, sum tey eru. Sostatt verður støða ikki tikin fyri ella ímóti einum alla hinum, og leikurin tekur ikki støðu til, hvør hevur rætt. Tað er upp til áskoðaran, sigur Gunnvá Zachariassen.


Avbjóðing av møtast

Leikstjórin Petra Berg Holbek greiðir frá, at leikurin staðfestir, at fundamentalisma er til, og at hon aftaná nógv hundrað ár, eisini er vorðin ein politisk ideologi. So á aðrari síðuni hava vit fólk, sum halda fast í heilagu skriftini, og á hinari síðuni stendur humanisman.

- Tí er avbjóðingin onkursvegna at skilja hesa støðuna, og at fyrihalda seg til hana, sigur Petra Berg Holbek , sum sjálv onki boð hevur upp á, hvussu hesir partarnir kunnu læra at skilja hvønn annan betur.

Men Bárður Persson skoytir upp í, at tað er ongin meining í at seta ein leik upp, sum dýpir gjónna millum føroyingar.

- Tað er ikki løgið, at vit hava fundamentalismu, og øll eru vit meiri ella minni fordømandi. Vit liva í einari tíð, har vit alla tíðina skulu taka støðu til og meta um alt møguligt. Kanska skuldu vit heldur roynt at fokusera øðrvísi, lurta eftir og møtt hvørjum øðrum við opnari sinni og kærleika, sigur hann.


Viðkomandi leikir

Leikbólkurin Tvazz er rættiliga nýggjur og slóðbrótandi innan føroyska leiklist. Gunnvá Zachariassen var stigtakari til bólkin, og hon greiðir frá, at eitt av málunum við bólkinum er at seta upp verk, sum raka og eru aktuellir.

- Vit seta ikki leikir upp, sum vit rokna við, at nógv fólk vilja síggja. Vit skapa eitt frírúm, har til ber at uppliva ymsar áskoðanir, og vónandi geva eina forloysing í listini, sigur hon.


-- 



Leikstjórn

Petra Berg Holbek, leikstjóri frá Statens Teaterskole í 2001. Hon hevur arbeitt bæði í Svøríki og í Danmark, eitt nú á Stockholms Stadsteater, Malmø Dramatiska Teater og við sínum egna bólki Lowe Star. Fæst í løtuni við at skriva leikrit.


Pallur og ljós

Egil Barclay Høgenni Hansen, ljóssniðgevi frá Statens Teaterskole í 2002. Starvast á Aalborg Teater. Kasta ljós á manga konsert í Føroyum seinastu árini. Var við til at stovna bólkin TVAZZ.


Leikluturin Markus

Bárður Persson, sjónleikari frá Elevskolen ved Århus Teater 2002. Verið við í leikum hjá Leikhúsinum Grímu og Tjóðpallinum. Var við til at starta bólkin Willieboys. Fekk Herðaklappið í 2006 fyri leiklutin sum Kjell-Bjarni í leikinum Elling og Kjell-Bjarni.


Leikluturin Heidi

Gunnvá Zachariasen, sjónleikari frá Statens Teaterskole í 2000. Arbeitt sum sjónleikari í Danmark og Føroyum. Spælt við í leikum við Leikhúsinum Grímu, Tjóðpalli Føroya, Willieboys. Var við til at stovna bólkin TVAZZ.


Týðing

Gunnvá Zachariasen og Annika Hoydal


Sangur

Annika Hoydal


Plakat og leikskrá

Heiðrik av Heygum


Tøkni

Símun Pauli Hansen