Sjúrður Skaale
Vit velja tveir limir á fólkating, tí tað stendur í grundlógini. Men hví stendur tað í grundlógini? Tað er til tess at tryggja fólkaræðið. Føroyar hava ikki egnan verju- og uttanríkispolitikk. Danska fólkatingið og danska stjórnin hava ræðið. Á sjálvstýrissíðuni verður hildið, at hetta er ódemokratiskt.
Men her koma fólkatingssessirnir inn. Við teimum eru føroyingar við til at manna danska fólkatingið, og harvið eisini at velja donsku stjórnina. Fólkatingssessirnir javnseta føroyingar og "aðrar" danir. Og tí ber til at grundgeva fyri, at fólkaræðið er intakt. Ein hvalbingur hevur líka stóra ávirkan á sín uttanríkispolitikk sum ein amagerbúgvi.
Ja, Kaj Leo Johannesen vísti í valstríðnum á, at vit enntá eru yvirumboðað í danska fólkatinginum. Eitt føroyskt fólkatingsumboð kostar í meðal færri atkvøður enn eitt danskt. Tí er eingin demokratiskur trupulleiki fyri Kaj Leo og hansara fólk.
Góðtaka vit, at vit eru danskir ríkisborgarar, so stendur altso væl til. Tí so hava vit tað vald, ið tilkemur okkum. Og væl tað. Vit eru við til at manna okkara parlament - fólkatingið. Og okkara parlament velur okkara stjórn - donsku stjórnina.
Trupulleikar sjálvstýrismegin
Men á sjálvstýrissíðuni er tað ikki so einfalt. Har er hugsanin, at vit eru eitt land og ein tjóð fyri seg, og at vit tí "eiga" at hava fult ræði á øllum føroyskum viðurskiftum. Síðani kunnu vit samstarva við danir á tí grundvøllinum.
At hvør einstakur føroyingur verður javnsettur við hvønn einstakan dana, er í veruleikanum eitt afturstig fyri sjálvstýrisvongin. Tað er júst hendan samanrenningin av Føroyum og Danmark, sum hesin vongur stríðist ímóti.
Hetta var orsøkin til, at Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin áður høvdu ta støðu, at teir stillaðu ikki upp til fólkatingsval: Teir vildu ikki blástempla eina skipan, ið hevur sum fortreyt, at føroyingar eru danir, og sum tí eisini er tann avgerandi próvgrundin fyri, at føroyskur uttanríkis- og verjupolitikkur eigur at verða rikin í Danmark og ikki í Føroyum.
Men nú er hetta broytt. Bæði Fólka- og Tjóðveldisflokkurin eru við síni luttøku á fólkatingsvalunum við til at góðkenna júst hesa skipan. Og næstsíðsta týsdag vóru tað júst hesir flokkar, sum vunnu teir báðar sessirnar.
Tað kann lesast sum ein sigur fyri sjálvstýrisvongin. Men at tveir føroyskir sjálvstýrismenn nú taka sæti á fólkatingi kann eisini síggjast sum tekin um, at sambandið hevur vunnið ein stóran sigur. Tí einhvør skipan styrkist við at verða brúkt, og harvið góðkend. Og við síni luttøku góðkenna og styrkja bæði Anfinn og Høgni ta skipan sum javnsetir føroyingar og danir í danska ríkinum.
Bonde og Hoydal
Samanberingin við danska Jens Peter Bonde er uppløgd. Fyrst var hann ímóti donskum ES-limaskapi, tí hann helt tað vera ódemokratiskt. Og hann varð valdur í ES-parlamentið at stríðast ímóti hesum. Nú hevur hann sitið har í mannaminni, og við hesum hevur hann styrkt støðuna hjá teimum, sum eru fyri ES-limaskapi.
"Hvussu kann Jens Peter Bonde siga at ES er ódemokratiskt?" Spyrja tey. "Har er jú pláss fyri øllum - hann situr sjálvur har. Og hann heldur tað vera øgiliga týdningarmikið, at hann verður valdur. Hví heldur hann tað? Man tað ikki vera tí hann fær ávirkan? Og er tað ikki besta prógvið um, at demokratiið í ES riggar?"
Hetta er trupult hjá Jens Peter at afturvísa. Hann situr enn í ES-parlamentinum - men nú er hann ikki longur ímóti ES-limaskapinum.
Høgni Hoydal er nú valdur á fólkating á øðrum sinni. Báðu ferð hevur hann sagt tað vera øgiliga týdningarmikið, at fólk velja Tjóðveldisflokkin á fólkating. Og báðu ferð hevur hann við hesum blástemplað og harvið styrkt ta skipan, sum hann vil broyta...
Innsatsurin
Bert um avrikini hjá Anfinni og Høgna í danska tinginum verða nógv og góð, kann tað eftir sjálvstýrisfatan rættvísgera limaskapin. Tá ber til at siga, at avrikini viga meira enn blástempl-ingin av skipanini, og at teir tí arbeiða ímóti skipanini "innanífrá".
Men verða avrikini stór? Anfinn Kallsberg er løgtingsmaður. Hann er floksformaður. Og hann er formaður í fíggjarnevndini. Høgni Hoydal er løgtingsmaður. Hann er floksformaður. Og hann er andstøðuleiðari.
Hvussu nógva tíð hava Anfinn og Høgni eftir til fólkatingsarbeiðið, tá teirra uppgávur í Føroyum eru loystar? Øll kenna svarið - og eingin kennir tað so væl, sum teir báðir fólkatingsmenninir sjálvir: Teirra avrik á Christiansborg verða helst smá. Tað, teir gera við síni umboðan, er at góðkenna og styrkja ta skipan, sum teir siga seg stríðast ímóti - og lítið meira enn tað.
Pengarnir
At føroysku umboðini á fólkatingi gera lítið, er sum tað plagar. Tað vanliga hevur verið, at tey hava fult arbeiði - viðhvørt tvey arbeiði - í Føroyum, samstundis sum tey umboða Føroyar á Christiansborg. Og innsatsurin hevur verið hareftir.
Men hvussu ber tað til, at krøvini til føroysk fólkatingsumboð eru so smá? Hví góðtaka bæði veljarar og fjølmiðlar at fólk fáa nógvar almennar pengar fyri at gera so lítið?
Orsøkin er kanska tann mest grundleggjandi vansin við verandi skipan: Vanligt er at vit sýna einum politikara álit og geva honum uppgávur við at velja hann. Vit vænta, at hann ger okkurt afturfyri krossin, vit seta við hann. Men tað er ikki alt. Vit rinda eisini løn hansara. Og vit krevja, at hann arbeiðir fyri ta lønina, vit rinda honum. Hetta var t.d. orsøkin til, at krøvini til politikarar hækkaðu, tá løgtingsmannalønir hækkaðu.
At veljarin rindar politikaranum løn, leggur trýst á politikar-an. Men henda mekanisma ger seg ikki galdandi, tá um fólkatingsumboðanina ræður. Føroyingar velja umboðini - men danir rinda løn og nýtslu teirra. Og tí eru tey valdu umboðini ikki undir trýsti at hava avrik at vísa á.
Í Føroyum hava nógv - og tað av røttum - tikið fram, at Tjóðveldisflokkurin á fólkatingi fær nógvar pengar. Tað fær hann. Umframt lønina til tað valda umboðið, fær flokkurin 90.000 krónur at arbeiða fyri - um mánaðin. Umframt skrivstovur, teldur, telefon o.a.
Hevði ein politikari í Føroyum fingið so nógvar pengar, hevði tað lagt stórt trýst á hann. Tað hevði verið fylgt væl við, tí veljarin hevði kent sviðan í egnum lumma.
Men í hesum føri kennir veljarin ongan sviða, tí danir rinda fyri gildið. Føroyski veljarin kann vera líkasælur. Tí er trýstið á føroyskar fólkatingspolitikarar nógv minni, enn tað átti at verið. Og tí nýtist teimum ikki at avrika so nógv.
Ongin føst uppgáva
Tey, sum sjálv hava sitið við dupultari umboðan, hava sjálvsagt øll vart hesa skipan. Onkur hevur sagt, at ein fólkatingsmaður má kunna tosa við føroyskar politikarar. Tí má hann sita í løgtinginum samstundis... Onkur hevur sagt, at tað er krevjandi at hava tvey fulltíðarstørv, men at tað bara ræður um at leggja sær arbeiðið til rættis... Og onkur hevur sagt tað bera væl til, tí tað er so lítið at gera á fólkatingi.
Henda síðsta grundgevgingin er tann einasta, sum er røtt. Tað ber nevniliga væl til at sita á fólkatingi uttan at gera nakað sum helst. Eingin krevur nakað av føroyskum fólkatingsmanni, og hann hevur sum útgangsstøði onga uppgávu yvirhøvur. Hann hevur bara tær uppgávur, sum hann sjálvur átekur sær.
Tað er eingin ivi um, at tað er hetta - saman við teimum nógvu pengunum - sum ger tað so lokkandi at verða valdur á fólkating: Tey, sum vinna, fáa eitt hjástarv, sum krevur lítla arbeiðsorku, men gevur nógvar pengar!
Ikki tí - tey flestu, sum stilla upp, ætla sær uttan iva at avrika eina rúgvu. Men tá uppgávurnar í Føroyum eisini eru nógvar, og tá tú ikki fært kritikk fyri at gera lítið í Keypmannahavn, so sigur tað seg sjálvt, hvat úrslitið verður...
Ein tóm parantes
Høgni heldur fram í Norðuratlantsbólkinum. Tað ger hann beint. Tí so hevur hann sakkøn fólk at styðja seg, og kann soleiðis fáa tingini at glíða, hóast hann hevur fult starv í Føroyum.
Anfinn ætlar sær at vera leysgangari, skilst. Og tað ger hann skeivt. Leysgangari dettur fullkomiliga niðurímillum í skipanini á Christiansborg. Hann fær lítið av pengum at arbeiða fyri, so tá lønin til skrivaran er rindað, er lítið eftir til annað virksemi. Hann hevur einki netverk, og eingin fer at leggja merki til hansara. Jóannes Eidesgaard, sum sjálvur hevur verið leysgangari, ásannaði hetta í valstríðnum: Ein leysgangari stendur ógvuliga einsamallur!
Tað besta, Anfinn kann gera, er at fara uppí Norðuratlantsbólkin, og seta sín dám á bólkin. Tá verður hann sjónligur og er millum fólk, sum burturav arbeiða við føroyskum og grønlendskum málum. Tað næstbesta er at fara upp í konservativa flokkin. Tá fær hann kanska møguleika fyri at ávirka stjórnina "innanífrá", ber hann seg rætt at. Men tað allar ringasta hann kann gera, er at verða leysgangari. Ger hann tað, endar hansara fólkatingsskeið helst sum ein innantóm parantes.
????
Eftir uppskriftini hjá Arup
Niels Arup, sum í síni tí skrivaði "handritið" til heimastýrið, helt føroysku umboðini í danska tinginum vera heilt avgerandi í royndunum at knýta Føroyar saman við Danmark. Hann vísti á, at orðini í heimastýrislógini "vel imødekommer selvstyreønsker, men at loven i realiteten binder Færøerne stærkere til Riget". Og eitt tað týdningarmesta til tess at tryggja hetta helt hann vera, at "de færøske rigsdagsmænd varatager Færøernes interesser i fælleslovgivningen".
Tað er eingin ivi um at Atrup smílist í síni grøv, nú fullveldishøvdingar føroyinga taka sæti á fólkatingi millum aðrar danskar parlamentarikarar...
ss