Fulltrúin skal vera sitandi í starvi

Fakfelagið hjá fulltrúanum í Fiskimálaráðnum gongur ikki við til at fulltrúin verður ofraður. Verður maðurin uppsagdur, so skal málið í rættin.

Fulltrúin í Fiskimálaráðnum skal hava sítt starv aftur ella ætlar Búskapar- og Løgfrøðingafelagið at fara víðari við málinum og tað kann enda í rættinum.
Fakfelagið hevur svarað Fiskimálaráðnum, at felagið heldur, at alt er gjørt skeivt í hesum máli.
Í Fiskimálaráðnum upplýsir Jørman Petersen, fulltrúi, at tey viðgera spurningin og vænta at koma við endaligum svari í næstu viku.
Fulltrúin er ikki uppsagdur enn, men hann er heldur ikki til arbeiðis. Fiskimálaráðið hevur boðað honum frá, at ráðið ætlar at siga honum upp, men bæði hann sjálvur og fakfelagið hjá honum, hava rætt at gera viðmerkingar.
Tað hava bæði hann og fakfelagið nú gjørt, so nú er at bíða eftir eini endaligari avgerð úr Fiskimálaráðnum.

Einki var í lagi

- Fiskimálaráðið hevur borið seg ósømiliga at og í fleiri førum brotið seg inn á galdandi siðvenju og reglur fyri uppsøgn av alment settum starvsfólki, verður sagt í skrivinum frá Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum.
Ítøkiliga orsøkin til, at Fiskimálaráðið ætlar at siga fulltrúanum upp, er ein álvarslig átala frá Umboðsmanninum. Umboðsmaðurin átalaði Fiskimálaráðið fyri ikki at hava hildið svarfreistirnar í einum máli um alment innlit.
Hesa grundgeving góðtekur fakfelagið ikki:
- Fyri tað fyrsta metur fakfelagið ikki, at eitt mál um alment innlit kann fáa so grovar avleiðingar, at ein fulltrúi uttan leiðsluábyrgd verður sagdur úr starvi. Hetta er eitt brot á galdandi rættarreglur, har samband skal vera millum gjørdar feilir, og hvørjar avleiðingar hesir eiga at fáa.

Ongar ávaringar

Í vanligum uppsagnarmálum eiga medarbeiðarar at fáa avaringar.
- Fulltrúin hevur hvørki fingið munnliga ella skrivliga ávaring undan uppsøgnini. Í hesum sambandi eigur tað at hava týdning, at fulltrúin hevur verið í starvi í Fiskimálaráðnum síðani 1995 uttan at fáa nakra slíka átalu ella ávaring, sigur Búskapar- og Løgfrøðingarfelagið í sínum svarskrivi.
Fulltrúin sjálvur hevur eisini svarað. Sambært Niels Winther, formanni, í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, so tekur fulltrúin undir við sjónarmiðunum hjá felagnum og hevur lagt sínar egnu viðmerkingar afturat.

Eykagrundgevingar

Í fráboðanini frá Fiskimálaráðnum verður bara víst til átaluna frá Umboðsmanninum.
Men í sjónvarpinum nevndi landsstýrismaðurin, at talan eisini var um persónlig mál.
- Búskapar- og Løgfrøðingarfelagið átalar harðliga framferðina hjá landsstýrismanninum í Fiskimálum, tá hann alment sigur, at persónlig viðurskiftir gera seg galdandi í sambandi við uppsøgnini. Einki stendur um hetta í ætlanarskrivinum, sum frá Fiskimálaráðnum. Felagið metur hetta vera sera ódámligan framferðarhátt, og vil strangliga átala at sverta eitt starvsfólk alment út á henda hátt. Almenni starvsfólka politikkurin leggur upp til, at starvsfólk skulu vera viðfarin á virðiligan hátt, eisini tá tað snýr seg um uppsøgnir, skrivar fakfelagið hjá fulltrúanum.

Ábyrgdin er tín

Fiskimálaráðið tykist ikki at hava umhugsað, um ábyrgdin eisini kundi áleggjast onkrum hægri uppi í skipanini. Vìst verður bara til, at fulltrúin ikki hevur hildið svarfreistina til umbønina um innlit. Í brævinum til fultrúan stendur:
- Fiskimálaráðið er av somu áskoðan sum Umboðsmaðurin, og ein handfaring av einum máli kann als ikki góðkennast, tí hetta er eitt álvarsligt brot á greitt ásettar lógarreglur um innlit.
Víðari verður grundgivið fyri, hví júst fulltrúin skal ábyrgdast:
- Fiskimálaráðið metir hetta at vera so mikið álvarsligt brot á skyldu hjá einum starvsfólki at útinna starvið samvitskufult og við nærlagni, at neyðugt er at siga tygum úr starvi.