Granskararnir vita ikki, um fuglakrímið kann fara at breiða seg sum ein heimsumfatandi sótt, og teir vita heldur ikki, nær tað so kann henda. Men teir eru á einum máli um, at tey seinastu kanningarúrslitini vísa, at tað er neyðugt at taka vandan í álvara.
Tey seinastu tíggju árini hava amerikanskir granskarar at kanna virusið, sum breiddi seg um heimin í 1918, og sum kostaði millum 20 og 50 milliónir mannalív. Úrslitið vísir, at virusið, sum elvdi til sponsku sjúku, kom beinleiðis frá fugli. Spanska sjúka var eitt slag av fuglakrími, hvørs arvaeginleikar broyttust spakuliga, til sjúkan gjørdist lívshættislig hjá fólki. Nú royna granskararnir so at bera hetta gamla virusið saman við virusð í fuglakríminum, sum hevur kravt fleiri mannalív tey seinastu árini.
-Fuglakrímið, sum vit kenna nú, og virusið í sponsku sjúku hava longu fleiri felags eyðkenni, og tí eiga vit at taka støðuna við størri álvarssemi enn higartil, sigur Lars R. Haaheim, professari á lærda háskúlanum í Bergen, við Dagsavisen.
Uppgávan hjá granskarunum er nú et gera eitt yvirlit yvir, hvussu virusið í fuglakríminum skal broyta seg, fyri at sjúkan kann enda sum eitt sótt, ið kann krevja fleiri milliónir mannalív. Úrslitini higartil benda á, at fuglakrímið kann vera í ferð við at gerast ein nýggj spanska sjúka.
Jeffery K. Taubenberger, sum hevur staðið á odda fyri teimum amerikonsku kanningunum, sigur við Washington Post, at granskararnir vóna at kunna gera eitt yvirlit yvir, hvussu virusið í fuglakríminum broytist, og hvussu vandin fyri einari sótt økist, so hvørt sum virusið broytist.









