Tey flestu kenna Niclas Heri sum eina persónligheit í føroysku undirhaldsvinnuni. Eitt nú hevur hann við Trølla Pæturi og Dynamit fingið bæði ung og gomul at flenna, og í næstum trínur hann á fyrsta sinni fram sum rithøvundur.
Seinastu trý árini hevur hann nevnliga arbeitt við at ment konseptið handan nýggja barnabókarøð, og um einar tríggjar vikur ella so verður “Karlo og Luddi” at síggja í føroysku bókasølunum.
- Hetta er nakað, sum eg havi arbeitt heilt leingi við. Høvuðsendamálið er, at eg vildi gera tilfar í bestu góðsku til føroysk børn, og at hetta onkursvegna skal taka útgangsstøði í heimliga umhvørvinum.
- Hugskotið er ment saman við versoninum, Sveinbjørn Kvilt Olsen, og vit samdust um, at føroyskt fuglalív skuldi verða okkara útgangsstøði. Karlo og Luddi eru lundar, og í fyrstu bókini síggja vit, hvussu Luddi roynir at vinna á flogræðslu síni. Hvussu tað fer at ganga, kunnu tit lesa meira um, tá bókin er tøk, men handan hesa fyrstu bókina býr eisini, at vit longu hava skapt okkara egna fuglaheim. Allir føroyskir flytifuglar eru partur av hesum. Allir hava hvør sín samleika, og heldur ikki hesin er tilvildarliga valdur, tí vit hava samskift við hópin av fólki, sum hava holla vitan um fuglar og atferð teirra, sigur Niclas Heri.
Soleiðis er talan her bara um fyrstu bókina í eini røð, men enn fæst Niclas Heri ikki at siga, hvussu nógvar bøkur talan verður um, ella nær tann næsta verður tøk.
Myndirnar í bókini hevur franski Thierry Capezzone teknað, og Niclas Heri dylur ikki fyri, at hann er fegin um hendan partin av úrslitinum.
- Vit vildu alla tíðina, at hetta skuldi vera veruligur kvalitetur. Tá vit komu inn á sjálvar tekningarnar, fóru vit at leita á netinum, og vit komu fram til, at Thierry vildi verið eitt gott boð. Tilvildin vildi tað so, at hann júst tá var fluttur til Danmarkar, og tí hevur tað verið hampuliga lætt at havt eitt tætt samskifti við hann. Hann hevur eisini verið í Føroyum, so hann hevur kunna gjørt sær sína egnu mynd av okkara umhvørvi, og eg haldi heilt avgjørt, at hann er komin sera væl frá uppgávuni, sigur Niclas Heri.
Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum stendur fyri útgávuni, men Niclas Heri sigur tó, at tað ikki er sum undirvísingartilfar, at hann fyrst og fremst hevur ætlað bókina.
- Endamálið var at geva føroyskum børnum eina góða bók, har góðskan stendur mát við tað allarbesta, men sum samstundis tekur útgangsstøði í heimliga umhvørvinum.









