- Eg eri persónliga fyri, at Fuglafjørður leggur saman við Eysturkommunu. Tað sigur Kristina Toftegaard Larsen, býráðslimur og forkvinna í mentanarnevndini hjá Fuglafjarðar kommunu
Kristina Toftegaard Larsen sigur hetta í sambandi við, at Sigurð Simonsen, borgarstjóri, í Degi og Viku í síðstu viku segði, at hetta er fimta býráðssetan, sum er ímóti eini kommunusamanlegging.
Hon vísir á, at Fuglafjørður, Gøta og Leirvík liggja so tætt, at tað er eins skjótt at koma úr Fuglafirði til Leirvíkar, sum tað eitt nú er at koma frá Hoyvík og oman í miðbýin í Tórshavn.
- Leirvík, Gøta og Fuglafjørður hava í langa tíð havt fleiri felags karmar, eitt nú felags ítróttarhøll og felags framhaldsskúla, har hvør borgari í Fuglafjarðar kommunu, yngri enn 59 ár, hevur gingið í skúla saman við borgarum úr ávikavist Leirvík og Gøtu. Somuleiðis sum at ymisk frítíðarítriv hava verið felags. Hetta er ein náttúrlig orsøk til samanlegging, sigur Kristina Toftegaard Larsen.
Hon vísir eisini á, at tey við eini samalegging styrkja um møguleikar at fremja eina miðsavning uttan fyri høvusstaðin.
- Møguleikar eru fyri at miðsavna havnaøkið, størri part av fólkaskúlanum, hugsi serliga um at fáa betri skúlatilboð, eina betri tænastu fyri børn við serligum tørvi, betri viðurskiftum á eldraøkinum og annars eisini, skipa almennar tænastur, so sum lækna- og tannlæknatænastur í størri eindir.
Kristina Toftegaard Larsen mælir til, at tey í Fuglafirði skapa ein pall, har vanligi borgarin fær høvi at luttaka í skrift og talu.
- Mín vón er, at vit fáa skapt henda pall skjótt, so lív kann koma í hetta so týðandi tjakið um kommunusamlegging, sigur Kristina Toftegaard Larsen, býráðslimur í Fuglafirði.