Systirskipini, Father Mckee og Brendelen, úr Írlandi hava landað til Havsbrún. Skipini vóru í Fuglafirði í gjár við umleið 1000 tonsum í part.
Tað skrivar heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen.
Veiðan hjá írunum var havgøltur, og seinnu árini hava hesi skip lagt nógvar lastir av hesum lítla og hvassa fiskaslagi upp í Fuglafirði.
Myndin av Father Mckee og Brendelen er av heimasíðuni hjá Jóanisi Nielsen.