Í Fuglafirði fegnast tey um fyrsta sigurin í ár

(Frá Rás2) Niels Pauli B. Danielsen kennir seg væl móttiknan í ÍF

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Niels Pauli B. Danielsen hjá ÍF aftaná 3-1 sigurin hjá ÍF ímóti EB/Streymi í Fuglafirði fyrr í dag.

 

Fyri fuglfirðingar hevði tað sera stóran týdning at fáa fyrstu stigini til høldar, staðfestir Niels Pauli B. Danielsen. Niels Pauli heldur, at ÍF sat tungt á dystinum teir fyrstu 25 minuttirnar, og tá førdi ÍF eisini 2-0.

 

Um støðuna, sum førdi til brotssparkið hjá EB/Streymi undirstrikar Niels Pauli B. Danielsen, at Dagfinn Forná dømdi ein framúr góðan dyst, men hann hevði sjálvur ógvuliga ringt við at síggja, at Dánjal á Lakjuni gjørdi brotsspark í støðuni.

 

Niels Pauli B. Danielsen sigur seg trívast væl í ÍF har hann er væl móttikin. Nú gera teir í ÍF klárt at taka ímóti Giza Hoyvík í steypakappingini. Tann dysturin verður sunnudagin 2. apríl.