Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í kvøld næstseinasta dystin í innleiðandi bólki A.
Í Max Schmelling høllini í Berlin tóku Hákun og liðfelagarnir móti Eurofarm Pellister. Füchse Berlin vann greiðan 39-29 sigur. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-12.
Hákun gjørdi sítt og skoraði fýra mál í dystinum.
Füchse Berlin er triðfremst í bólkinum við 16 stigum fyri 13 dystir.
Komandi hósdag klokkan 17.45 spælir Füchse Berlin seinasta dystin í innleiðandi bólkaspælinum. Dysturin verður á útivølli í Ungarn móti oddaliðnum, Veszprem.