FSF Varpið: 11 mál í fýra dystum

Tilsamans ellivu mál vórðu skoraði í teimum fýra dystinum í 16. umfari í Betri Deildini hjá monnum, sum blivu spældir um ólavsøkuna. Her eru øll málini

Leygardagin 27. og sunnudagin 28. juli vórðu fýra av teimum fimm dystunum í 16. umfari í Betri Deildini hjá monnum spældir. Ellivu mál vórðu skoraði, og í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini.

##med2##

Fimti dysturin í 16. umfari, sum er millum NSÍ og KÍ, er orsaka Europa League luttøku hjá klaksvíkingum, útsettur til 18. september.

Betrideildin, 16. umfar: 

HB-TB 3-0 (0-0)

1-0: Dan í Soylu, 53.

2-0: Adrian Justinussen, brts., 71.

3-0: Bartal Wardum, 86.

 

Skála-ÍF 2-1 (1-1)

1-0: Pætur Dam Jacobsen, 14.

1-1: Dávid Langgaard, 15.

2-1: Ronni Møller-Iversen, 85.

 

AB-EB/S 1-1 (1-0)

1-0: Lukas Giessing, 19.

1-1: Rógvi E. Nielsen, brts., 96.

 

B36-Víkingur 2-1 (1-1)

1-0: Sjálvmál, 41.

1-1: Hanus Jacobsen, 48.

2-1: Alex Mellemgaard, 78.

 

Betrideildin menn

 

1. Víkingur 16 dystir – 35 stig

2. B36 15 dystir – 34 stig

3. HB 16 dystir – 33 stig

4. NSÍ 14 dystir – 32 stig

5. KÍ 14 dystir – 32 stig

6. Skála 16 dystir – 21 stig

7. TB 16 dystir – 15 stig

8. EB/Streymur 16 dystir – 9 stig

9. ÍF 15 dystir – 5 stig

10. AB 16 dystir – 5 stig 

 

17. umfar

EB/Streymur-TB

Skála-AB

Víkingur-NSÍ

HB-B36

ÍF-KÍ