FSF: Starvsnevndin havt fyrsta fundin

Mánadagin hevði starvsnevndin hjá FSF fyrsta fundin síðan nevndin varð mannað av nýggjum á aðalfundinum 18. februar - Mynd: Hans Erik Danielsen

Mánadagin hevði nýggja starvsnevndin hjá FSF fyrsta fundin, og millum annað vórðu undirnevndirnar mannaðar av nýggjum, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Leygardagin 18. februar var árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya í Trinstovuni í nýggja bygninginum á vestursíðuni á Tórsvølli. Á skránni var millum annað val til starvsnevndini. Trý fólk stóðu fyri vali, og tá avtornaði vórðu Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria Jóhannusardóttir Joensen vald í nevndina.

 

Og farna mánadag, sum var 27. februar, hevði nýggja starvsnevndin fyrsta fundin. Umframt tey nývaldu, sita Christian Andreasen, Róin Schrøter, Fríðin Ziskason og Rúni Herup Olsen í nevndini hjá FSF.

 

Á fyrsta fundinum vórðu kappingarreglurnar og leikarareglugerðin, umframt aga- og etiskareglugerðin, sum koma í gildi áðrenn kappingarbyrjan í ár, samtyktar. Harafturat vórðu ymisk praktisk viðurskifti fingið upp á pláss, og síðan blivu ymsu undirnevndirnar mannaðar av nýggjum.

 

Smávegis broytingar eru framdar, og aðrar broytingar verða dagførdar í næstum. Millum annað er avgjørt, at talið av limum í undirnevndunum – undantikið fíggjarnevndin – verður hækkað úr trimum upp í fimm limir, og at tríggir av limunum skulu verða perónar, ið feløgini innstilla, og sum frammanundan ikki sita í starvsnevndini hjá FSF.

 

Um alt gongur eftir ætlan, verða flestu undirnevndirnar fullmannaðar um mánaðarskifti apríl-mai.

 

Fíggjarnevndin

 

Christian F. Andreasen, formaður

 

Róin Schrøter

 

Anja Rein

 

Kappingarnevndin

 

Róin Schrøter, formaður

 

Anja Rein

 

Útbúgvingar- og menningarnevndin

 

Heri á Rógvi, formaður

 

Rúni Herup Olsen

 

Dómaranevndin

 

Fríðin Ziskason, formaður

 

Heri á Rógvi

 

Landsliðsnevndin

 

Maria Jóhannusardóttir Joensen, forkvinna

 

Fríðin Ziskason

 

Mánadagin hevði starvsnevndin hjá FSF fyrsta fundin síðan nevndin varð mannað av nýggjum á aðalfundinum 18. februar - Mynd: Hans Erik Danielsen