FSF: NSÍ fær viðhald – AB uttan royndan málverja

Betri deildin: Dysturin millum NSÍ og AB verður sunnukvøldið klokkan 19

Tað hevur verið ósemja millum NSÍ og AB, um dystarásetingina sunnudagin, tá 9. umfar í Betri deildini hjá monnum verður. Heimaliðið hevur ásett dystin at verða klokkan 19, men tað hevur AB mótmælt, tí liðið so verður uttan málverjan Mattias Lamhauge.

Málið hevur verið hjá kappingarnevndini. Í dag hevur kappingarnevndin kunngjørt, at AB fær ikki viðhald í kæruni, tí NSÍ hevur boðað frá rættstundis, at dysturin skal byrja klokkan 19. Úr NSÍ skilst, at dysturin verður lagdur klokkan 19, so seinasta umfar í Premier League ikki skal órógva uppmøtingina til dystin við Løkin.

Heimaliðið hevur rætt at seta tíðspunkt á, uttan at spyrja mótstøðuliðið. Hevði talan verið um at flyta dystin til annan leikdag, so skal mótstøðuliðið og FSF góðkenna flytingina. 

Trupulleikin hjá AB er, at felagið hevur eigað málverjan hjá HB, Mattias Lamhauge, tí Heðin Stenberg er skaddur. Mattias Lamhauge er hesar vikurnar í útbúgvingarørindum í Danmark, har hann mánamorgunin skal til týðandi roynd.

Hann er nú flogin heim til dystin, sum argjamenn væntaðu skuldi verða klokkan 15. Við dystarflytingini nær hann ikki at verða við í dystinum móti NSÍ. Hann hevur í dag staðið í mál fyri næstbesta liðið hjá AB. Tí skal ungur málverji nú standa sína roynd. Úr AB skilst, at tey illa vilja seta ein so ungan málverja í mál í Betri deildini.

Eisini kann nevnast, at AB hevur bjóðað NSÍ at spæla dystin leygarkvøldið, men at heimaliðið hevur boðað frá, at vøllurin ikki er tøkur tá.

 

9. umfar í Betri deildin menn:

Sunnudagin:

B36-TB (15.00) Beinleiðis á FM1

ÍF-HB (15.00)

NSÍ-AB (19.00)

Mánadagin:

Skála-KÍ (18.00) Beinleiðis á FM1

Víkingur-EB/Streymur (18.00)