FSF: Nýggj venjaraskeið sett á skrá

FSF Varpið: Fótbóltssambandið bjóðar nýggj skeið - Atli Gregersen og Christian Høgni seta eisini orð á

Fótbóltssamband Føroya fer í næstum at skipa fyri A-venjaraskeiði. Samstundis verður eisini farið undir eina nýggja venjaraútbúgving, ið verður nevnd “FSF Ungdómsvenjarin”.

Gestur í FSF Varpinum hesaferð er tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Smith Clementsen, ið hevur høvuðsábyrgd av øllum venjaraútbúgvingunum hjá FSF.

##med2## 

Og tað er júst venjaraútbúgvingin hjá FSF, ið sjóneykan verður sett á í FSF Varpinum hesaferð. Fótbóltssamband Føroya hevur eftirmett venjaraútbúgvingina, sum hon hevur verið seinastu árini, og í tí sambandi eru gjørdar nakrar tillagingar.

Í sendingini greiðir Pætur S. Clementsen eisini frá um A-skeiðið, sum byrjar í juni, og um nýggju venjaraútbúgvingina, ið verður nevnd “FSF Ungdómsvenjarin”. Eisini verður tosað við Atla Gregersen og Christian Høgna Jacobsen, sum báðir eru farnir undir B4-venjaraútbúgvingina.