Tað verður als ongin fótbóltur í Føroyum í morgin. Tveir dystir skuldu verða í Betri deildini, men teir eru fluttir til sunnudagin, sigur Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini í Fótbóltssambandinum.
KÍ og TB spæla klokkan 16.45 og NSÍ-B36 spæla klokkan 19 sunnukvøldið. Hinir tríggir dystirnir verða sunnudagin eftir ætlan.
Í 1.deild eru tveir dystirnir fluttir. B71-Skála spæla sunnukvøldið klokkan 18.15 og KÍ-HB spæla mikudagin 18. september.
Í aðru deild eru dystirnir Undrið-FC Suðuroy og FC Hoyvík-Víkingur fluttir til sunnudagin, meðan dysturin millum 07 Vestur og B68 verður týskvøldið.











