Fótbóltur
Tá Kappingarnevndin hjá FSF fríggjakvøldið gjørdi av, at spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen skuldi flytast úr HB til B36, hóast B36 var ov seint at søkja um leysgevingina, var talan um ógvuliga kontroversiellan dóm.
Grundgevingin hjá Kappingarnevndini var, at bæði FSF- og UEFA-reglur geva møguleika fyri at gera undantak frá meginregluni um flytingarvindeyga, og at tað var einki í altjóða reglunum, sum forðaði FSF í at gera nýtslu av hesum undantakinum.
Hartil førdi B36 fram, at talan var ikki um nakra dulda ætlan, tí hóast FSF ikki hevði fingið umbøn um flytan at spælaraloyvinum, so hevði spælaraskiftið verið frammi í almenna rúminum, longu tá hetta varð veruleiki tann 6. juli.
Stór men
Men men’ini eru bæði nógv og stór, nú avgerðin er tikin.
Ein partur av grundarlagnum undir avgerðini var eitt løgfrøðiligt upprit, og í sjey síður langa uppritinum er serstakliga trupult at finna nakra sum helst grundgeving fyri, at B36 skuldi fáa undantak frá regluni.
Fyrst og fremst er vert at bíta merki í, at vanlig siðvenja hjá FSF í ivamálum er at spyrja fyrisitingarnar í hinum Norðanlondunum um, hvør teirra støða vildi verið. Tað er eisini gjørt hesaferð, men í svarskrivum sínum gera íslendska, danska, norska og svenska fótbóltssambandið greitt, at tey ikki vildi loyvt frávik í málum av hesum slag.
Sakførarin vísir annars á, at grein 6, petti hjá 1 hjá FIFA í reglunum um spælaraflytingar, staðfestir, at eru felagið og spælarin samd um, at sáttmálin verður uppsagdur í úrtíð, so kann hetta koma undan undantøkini, sum eru serlig.
Gjørt verður tó í hesum sambandi vart við, at talan her er um ein møguleika og ikki eina skyldu, sum einstøku fótbóltssambondini hava. Og tað verður eisini gjørt greitt, at um undantakið skal nýtast, so eigur ítróttarliga ávirkanin av hesum at vera gjølliga umhugsað, eins og greiðar formligar reglur skulu gerast fyri, nær slíkt undantak kann nýtast. Slíkar reglur hevur FSF ikki, og tað er eingin sum helst ivi um, at talan ítróttarliga er um spælara, sum kann fáa avgerandi ávirkan á botnstríði í Vodafone-deildini. Í øllum førum, um útsagnirnar hjá B36-venjaranum dagin fyri avgerðina hjá Kappingarnevndini, skulu takast til eftirtektar.
Samstundis vísir sakførarin á, at B36 í ongum føri hevur undirbygt, hví málið viðvíkjandi Christiani Restorff Mouritsen skal fella undir heilt serligt føri ella greiða misskiljing. Og tað verður staðfest, at hóast eitt slíkt forgloymilsi er óheppið fyri einstaka spælaran, so verður talan ikki um serligt føri fyri tað. Hetta tí slíkt mistak altíð vil vera óheppið fyri óseka spælaran, sum verður raktur.
FSF punkterar seg sjálvt
Hóast niðurstøðan ikki umfatar eitt greitt ja ella nei, so er eingin sum helst ivi um, at talan er um ein juridiskan trupulleika, sum Kappingarnevndin fríggjadagin gav FSF.
»Um ikki ógvuliga góðar góðar grundir tala fyri at geva eitt undantak, má tað mælast frá, at at undantak verður givið – ikki minst so leingi, sum einsljóðandi reglur fyri slíkum undantøkum ikki finnast«.
Soleiðis ljóðast triðju seinasta reglubrotið í frágreiðingini, og tá ber illa til at siga annað, enn at Kappingarnevndin átti at traðka ógvuliga varliga, áðrenn hon kolldømir eina avgerð, sum nevndin longu hevur tikið einaferð.
Og at enda, staðfestir sakførarin beinleiðis, at FSF væl kann hava punkterað sínar egnu reglur, um undantak verður givið. Hetta tí tað í prinsippinum kann føra til, at FSF ikki framyvir á sama hátt kann tvíhalda um, at endatíðarfreistin í flytingarglugganum at lata inn loyvisbræv og spælarasáttmálar í líknandi málum skal haldast, og fer tað í so fall at bera til hjá feløgum og spælarum at spekulara í, ikki at halda endatíðarfrestirnar í flytingarglugganum.