Frumframførsla í Fuglafirði

Toke Lund Christiansen, floytuspælari, frumframførir verk eftir Kristian Blak

Toke Lund Christiansen, floytuspælari, frumframførir tvey verk í Føroyum um mánaðarskiftið.

 

Birgitte Schnakenburg fer at hava klaverfylgispælið á konsertunum. Annað verkið, ”Højlyksalig” yvir lagið ”O Ægtestand” av Syðradali hevur Kristian Blak skrivað til Toke Lund Christiansen og Birgitte Schnakenburg.  Hitt verkið, ”Vive Verdi” yvir tema úr " il trovatore", hevur Toke sjálvur skrivað.

 

Konsertirnar verða ávíkavist 29. februar og 4. mars. Fyrra konsertin verður í Fuglafjarðar kirkju kl. 19:30, meðan seinna konsertin tann 4. mars verður í Læraraskúlahøllini í Havn kl. 19:30. 

 

Umframt frumframførðslurnar er skráin samansett av verkum eftir Mozart, Georges Enesco, Albert Roussel og Charles-Marie Widor. 

 

Toke Lund Christiansen er danskur floytuspælari, professari, dirigentur og rithøvundur. Hann er uppvaksin í einum tónleikaraumhvørvi og byrjaði longu sum átta ára gamal í Tivoligarduni, fyrst á marchfloytu og síðani við Boehm-floytu. Í 1964 byrjaði Toke á Kongaliga Musik Konservatoriinum, haðani hann debuteraði í 1968 sum solistur í floytukoncert í G-Dur eftir Mozart við navnframa lærara sínum, Marcel Moyse, sum dirigenti. Í dag er Toke dosent á konservatoriinum, har hann hevur undirvíst  fleiri av føroysku konservatoriuútbúnu floytuspælarunum.

 

Frá 1968 til 2013 var Toke Lund Christiansen solofløjtinistur í symfoniorkestrinum hjá DR, og í 1984 stovnaði hann saman við øðrum kamarorkestrið, Collegium Musicum.

 

Sum floystuspælari hevur Toke innspælt eina røð av plátum og fløgum við verkum eftir millum annað Jaques Ibert, Camille Saint-Säens, Albert Roussel og Friedrich Kuhlau (edition Kontrapunkt). 

 

Harumframt hevur hann útgivið ikki minni enn 7 bøkur.

 

Birgitte Schnakenburg situr við flyglið á báðum konsertum. Birgitte er fødd í Danmark og hevur síðani 2005 verið í starvi sum klaverfylgispælari í Musikkskúlaskipanini. Hon hevur eisini drúgvar royndir sum solistur og kamartónleikari og hevur verið at hoyrt til konsertir í øllum Norðurlondum umframt stóran part av Europa. Hon hevur tónleikaraútbúgving frá lærdum háskúla, umframt diplomprógv og musikpedagoigiskt prógv frá Kongaliga Danska Konservatoriinum. Í Føroyum er hon mest kend fyri sítt samstarv við violinspælaran, Moniku Strauss Joensen og trompetspælaran, Ken Jones. Saman við hesum seinna hevur hon júst givið fløgu út.