Gittar og sang duoin Guðrun og Bartal, geva í dag nýtt sjónbandalag. Síggj tað her beint nú.
Tað er Helga Djurhuus, ið hevur gjørt kykmyndalagið Tilvitskuleinkjur, tað er gjørt við úr modulervoks.
Guðrun og Bartal gjørdu veruliga vart við seg í fjør, tá debutútgávan “Vónin er” kom út. Teirra sermerkti og egni stílur, ið hevur fantastisku røddina hjá Guðrun og inniliga gittarspæli hjá Bartal í fokus, hevur vunnið teimum nógvar fjepparar, og fleiri útvarpshitt.
Nýggja lagið kann hoyrast omanfyri.