Liðskiparin, Fróði Benjaminsen iðraði seg um, at Páll Klettskarð ikki rakti bóltin, tá føroyska landsliðið ímóti dystarenda skapti ein risastóran málmøguleika frammanfyri málinum hjá Kasakstan.
Liðskiparin ergrar seg um, at teir ikki hildu tætt, og at teir loyvdu Kasakstan at koma innaftur í dystin.
Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Fróði Benjaminsen segði við Trónd Arge aftaná dystin.