Josef Fritzl bleiv í dag dømdur sekur í øllum ákærunum og fekk lívlanga fongsulsrevsing Tann 73 ára gamli Josef Fritzl skal sita í fongsli ella á einum psykiatriskum stovni tað, sum eftir er av lívi hansara. Tað avgjørdi rætturin í dag, tá hann dømdi Josef Fritzl sekan í øllum ákærunum.
Í 24 ár hevði hann dóttir sína innistongda í kjallaranum. Har neyðtók hann hana meiri enn 3.000 ferðir og fekk sjey børn við henni. Hann var ákærdur fyri trælahald, burturflyting, blóðskemd og dráp, tí eitt av børnunum doyði, tí tað fekk ikki læknahjálp.
Í gjár viðgekk Josef Fritzl seg sekan, og hann segði, at hann iðraði seg um tað, sum hann hevði gjørt.