Frimann Baldvinsson farin

Fríggjadagin 27. februar andaðist Frimann Baldvinsson í Klaksvík 75 ár gamalur

Frimann var klaksvíkingur. Foreldrini vóru úr Íslandi. Tá ið Sigurfari kom úr Íslandi í 1920, kom Baldvin Kristvin Sigurbjørnsson við. Eitt sindur seinni kom konan, sum æt Bryngerður Benzina Frimansdóttur. Tey búsettust í Klaksvík og fingu níggju børn. Frimann var nummar seks í røðini.
Frimann var giftur við Sigrid Jacobsen av Vágsheygnum. Foreldrini hjá henni vóru Jóhanna og Sigvald Jacobsen. Sigrid og Frimann búsettust í barnaheiminum hjá Frimanni í Víkunum, og har hava tey búð síðani. Børnini eru Rúna, Jórun og Bent, sum øll búgva í Klaksvík.
Frimann var heimamaður, og tey nógvu av sínum arbeiðsárum var hann í starvi hjá Klaksvíkar kommunu. Í nøkur ár var hann umsjónarmaður í KÍ høllini.
Í mong ár var Frimann nær knýttur at Klaksvíkar Ítróttarfelag. Tað plagdi at verða tikið til í Klaksvík, at teir flestu av teimum, sum vóru við til at manna fótbóltsliðið, sum vann so nógv í fimmti og seksti árunum, høvdu slitið sínar barnaskógvar í Víkunum, har teir spældu bólt á Seglhúsplenuni ella í Vági, har tað eisini varð spælt nógv, og hagani tað var stutt á plenuna.
Frimann gavst at spæla fótbólt fyrst í seksti árunum. Tá hevði hann verið við til at vinna sjey FM heiti í meistaradeildini. Tá ið hann var á liðnum, vunnu klaksvíkingar FM í 1952, 1953, 1954, 1956, 1957, 1958 og í 1961.
Í sjeyti árnum var Frimann nevndarlimur í Klaksvíkar Ítróttarfelag, og eitt skifti var hann formaður í felagnum. Nógvu tey seinastu árini hevði hann uppgávuna at vinda fløggini á ítróttarøkinum á stong. Hesa uppgávuna segði hann frá sær tíggju dagar frammanundan, at hann andaðist. Nú orkaði hann ikki meiri, segði hann KÍ formanninum í telefonini.
Tá ið Stjørnan sunnudagin á heimavølli spældi hondbólt ímóti StÍF, segði KÍ formaðurin, Gestur Hovgaard, undan dystarbyrjan nøkur orð um Frimann, sum spælarar og áskoðarar mintust í tøgn, áðrenn farið varð undir sjálvan leikin.