Fríði og FC Suðuroy hanga í

1. DEILD: Við 4-3 heimasigri ímóti B71 styrkti FC Suðuroy í dag um sína støðu í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting

mynd: FC Suðuroy stroyming

Tað er framvegis góður møguleiki fyri, at FC Suðuroy fer at flyta niður, men teir á Vágseiði stríðast við lív og sál fyri at halda tørn um plássið í 1. deild.

 

Í dag hevði FC Suðuroy vitjan á Vágseiði av B71. FC Suðuroy vann 4-3, eftir at B71 í steðginum var frammanfyri 2-1.

 

Úrslitið ber við sær, nú tað resta trý umfør, at FC Suðuroy er á níggjunda plássi við 26 stigum. Tað er eitt stig aftur til EB/Streym, tað eru trý stig fram til B36, og tað eru fýra stig fram til KÍ.

 

Fríði Holm setti hol á fyri heimaliðið, tá ið fimm minuttir vóru farnir. Clayton Soares javnaði til 1-1, tá ið hann umsetti brotsspark til 1-1, og lítla løtu undan steðginum vóru heimamenninir óhepnir við nærra stólpa at gera sjálvmál, eftir at B71 hevði lagt innfyri úr høgru.

 

Heri Kjærbo javnaði til 2-2, tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal, og so skoraði FC Suðuroy tvey mál og legði seg á odda 4-2. Málskjúttar vóru Fríði Holm, sum harvið varð tvífaldur málskjútti. Hann skoraði úr stuttari fjarstøðu, og akkurát innskifti Dávid Jónsson Lisberg økti til 4-2, tá ið hann varð spældur leysur eitt sindur til høgru.

 

Tá vóru 86 minuttir farnir. Minuttin frammanundan 4-2 málið misti B71 Gunnar Lydersen, sum sá gula kortið fyri aðru ferð. Kortini eydnaðist tað B71 at minka um munin til 4-3, tá ið Jónas Warner við langskoti eitt sindur úr høgru sendi bóltin í handara síðunetið. Sandoyingar endaðu við níggju monnum, tí Victoriano Jose Fragola sá síðstu løtuna gula kortið tvær ferðir.

 

B71 er á fjórða plássi við 37 stigum.

 

Leygardagin fær B71 vitjan av NSÍ, og sama dag fær FC Suðuroy vitjan av Víkingi.

 

Skála241518532846
AB241167453439
Víkingur241149574137
B71241149524537
NSÍ241149525337
HB2410212425232
248610364230
B36248511385129
FC Suðuroy246810385126
EB/Streymur247413395525

 

 

 

Leygardagin 16. oktober

 

Skála – KÍ

 

B36 – AB

 

B71 – NSÍ

 

FC Suðuroy – Víkingur

 

Sunnudagin 17. oktober

 

HB – EB/Streymur

 

mynd: FC Suðuroy stroyming