Friðarligt vikuskiftið kring alt landið

? Okkurt hissini ferðsluóhapp, men annars er einki hent, verður sagt av løgreglustøðunum kring landið

Tað er ikki so ofta at tað hendir, men hetta vikuskiftið fer í bókina, sum eitt av teimum friðarligu.

Líkamikið hvagar vit ringdu í gjár, var niðurlagið tað sama.

? Her er einki hent av nøkrum. Okkurt smávegis ferðsluóhapp, annars einki.

Í Klaksvík var púra friðarligt, hava vit skilt. Hóast nógvur kavi kom niður leygardagin, so hevði hann kortini ikki fleiri ferðsluóhapp við sær, verður sagt úr Klaksvík.

Men tað hevði kavin harafturímóti í Eysturoynni.

Har hendu ikki færri enn átta ferðsluóhapp um vikuskiftið. Tvey teirra fríggjadagin, restin leygardagin.

? Men talan var um smá ferðsluóhapp í øllum førum, verður sagt úr Runavík.

Løgreglan í Miðvági var tann einasta, sum fekk klørnar í ein rúsdrekkaførara. Hann varð tikin um trýtíðina sunnumorgunin.

Umframt tað høvdu teir eisini liggjandi gest - ein, sum ikki vann upp hús av egnari megi. Hann fekk ein blund á støðini men slapp út aftur tá hann var betri førur at ganga.