Í fjølmiðlunum hevur verið lýst, at henda friðargongan var fingin í lag av Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum.
Nú er tað so, at eg sjálvur eri valdur til tingmann fyri Javnaðarflokkin, men má siga, at eg hoyrdi um friðargonguna í fjølmiðlunum, (men tað er kanska í lagi).
Eg sat við borðið og át nátturða, tá ið eg hoyrdi útvarpið, og hetta brotið kom frá einum av røðarunum í nevndu friðargongu: »Ísrael skal gevast at verja stolið land, men heldur verða vinur við tey muslimsku londini«.
Eg má siga sum ein javnaðarmaður segði í einum øðrum føri, og er tað ein skilamaður, eg mundi sett í hálsin.
Eg vil spyrja: Eru hetta leivdir av kommunismuni, sum spøkja, ella hvat?
Eg vil síðan gera greitt, at eg vil ikki verða við til at banna Ísrael. Guds orð sigur, at tann, sum bannar Ísrael, verður bannaður sjálvur, og tann, sum signar Ísrael, verður signaður sjálvur (1. Mós. 12,3).
So eg taki avstand frá slíkum, og vil undir ongum umstøðum, at slíkir røðarar skulu verða talsmenn fyri meg.










