Fremad vann fyrsta dystin

Við einum at kalla spildurnýggjum liði vann Fremad Amager leygardagin sín fyrsta venjingardyst eftir summarsteðgin. Hesin var móti Hvidovre, og tað eydnaðist hjá Fremad Amager at vinna dystin 3-1. Málini skutu Andreas Mortensen, Patrick Mortensen og Rune Povlsen. Mohammed Abdalas var einasti av teimum fyrstu ellivu hjá Fremad Amager, sum eisini spældi við í vár, tá liðið flutti niður.