Eingin føroyskur spælari var á vøllinum, tá ið Frem í gjár vann á oddaliðnum Fredericia í næstbestu donsku deildini. Jónas Tór Næss, sum hevur verið fastur maður á liðnum hjá Frem, er farin út í kuldan, og Gunnar Nielsen sat sum vanligt á beinkinum allar 90 minuttirnar. Frem skoraði einasta málið í dystinum, og tað gjørdi Christian Brødnum eftir ein tíma. Frem liggur nummar fýra í donsku 1. deild, tvey stig aftanfyri oddaliðið Lyngby.