Frem leingir við ungar spælarar

Danska felagið Frem, sum hevur tríggjar føroyskar spælarar í hópinum, hevur longt sáttmálarnar við tvey av talentunum í felagnum. 17 ára gomlu Frank Palka Jensen og Adda Djeziri hava lont sáttmálarnar í ávíkavist trý og hálvtannað ár.
 Vit hava stóran talentmassa í Fram, og tað er hesar spælarar, sum vit skulu byggja eitt nýtt stórlið á, sigur Hans Hermansen, stjóri í felagnum.