Frekur og betrivitandi censurur

Virgar Dalsgaard
--------




Á fjesbókini gjørdi Ingrið H. Dalsgaard herfyri vart við, at ein útvarpsmað­ur hev­ði loyvt sær at rætta ella for­betra málið hjá einum væl­orðaðum sørvingi, sum hevði 105 ára fø´lsdag.
Tað má sigast at vera yvir­formynd­arligur og arr­­og­­­ant­ur at­burður hjá ein­­­­um mikro-­fon­­drongi. Tað nat­­úr­­liga málið, sum sør­­­­ving­­urin tos­ar, er so nógv­ar ferðir ramligari og elegantari enn tann an­æm­­iska skapukrukku-dial­ektin, sum turr­geldir pur­ist­ar hava lokkað naivar varp­ing­ar­dreingir til at brúka.
Eitt er, at journalistar í sín­um egnu frásagnum brúka pur­istiskt orða­til­far, men tá ið teir citera ein eldri mann skal tað vera orða­raðið, sum sagt var. Sør­ving­ur­in segði for­nøjaður, og so var hann tað, og hann var als ikki nøgdur, sum mikrofon-robotturin helst vildi hava hann at vera. Hvør gevur teim­um moralskan rætt til at uppala og forbetra” sør­vingin.
Tann tunga og ófiksa ís­lendska glosan nøgdur er held­ur ikki fulkomuliga syn­o­nym við tað, sum sør­ving­urin meinti, tá ið hann brúkti ta hevdvunnu glos­una fornøjaður.
Latið tí vera við at halda um hondina ella munnin á fólki. Sleppið teimum und­an betrivitandi censuri og máls­ligari endur-uppaling.
Vit høvdu eitt karikerað sovj­­ettiskt system, har fólk vórðu rættaði í heil­um og upp­drigin til pol­it­iskt korrekt­an mál­­burð og kulturelt just­­er­­aðar mein­ing­ar. Tann skipanin fór tí­betri fyri bakka – tað er eingin grund til, at hon skal faa eina før­oyska reinkarn­atión í tí heimføðisliga Sortu­díki við fantasileysum mikro­fon-jassum sum gubbum.