Free Føroyar við Frændum

2. páskakvøld verður skipað fyri einari Free Føroyar konsert í Klaksvík. Millum luttakandi bólkarnar verður Frændur

Konsert

Unga Tjóðveldið og teirra Tónleikarar fyri loysing fara nú aftur í eldin. Hesaferð stendur Klaksvíkin fyri tørni. Free Føroyar eitur tiltakið, ið hevur verið fleiri ferðir áður. Konsertini hava verið hildnar fyri tað nógva í Havn, men fyri góðum tveimum vikum síðani varð skipað fyri einari Free Føroyar konsert í Skopun. Henda konsertin eins og fleiri av teimum undanfarnu hava verið væl vitjaðar. Hesaferð ætlar Unga Tjóðveldið og teirra fólk at spíla seg enn meira út.
Luttakandi bólkar verða:Frændur, Flux, Marigold, Side Effect, Iris, Human Caos og Tourist. Millum hesar eru fleiri kendir bólkar. Fleiri av bólkunum hava eisini roynt seg í Free Føroyar høpi áður.
Tað er heldur ikki á hvørjum degi longur, at Frændur trína fram á pallin. Teir tríggir, Eyðun Nolsøe, Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen, mannað nokk best umtókta føroyska bólkin nakrantíð, sum myndar ein stóran part av nýggjari føroyskari tónleikasøgu. Tað er tó vorðið longur og longur ímillum, at allir í bólkinum saman trína á pallin. Seinast vit sóu bólki var á ólavsøkukonsertini, tá teir vóru høvuðsnavn. Teir finna so eftir øllum at døma samanaftur annað páskakvøld, 1. apríl, saman við hinum seks bólkunum til Free Føroyar konsertina.
Konsertin verður hildin í KÍ-høllini. Tiltakið byrjar kl. 22, og fyrireikararnir lova eina góða og frælsa konsert. Kostnaðurin fyri atgongumerkið er 50 kr.