Norska fótbóltssambandið hevur drigið um hvørji lið skulu møtast í áttandapartsfinalunum í steypakappingini.
Mikkjal K. Thomassen, Brandur Hendriksson, Jóannes Bjartalíð og hinir í Fredrikstad møta Raufoss úr næstbestu deildini á útivølli, og tí stendur Fredrikstad við einum góðum møguleika at røkka fjórðingsfinalunum.
Gullbrandur Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes møta Eidsvold Turn á útivølli. Eidsvold spælir í triðbestu deildini.
Noah Mneney og liðfelagarnir í Bryne fingu eitt torført lutakast. Teir skulu á útivølli spæla móti Stabæk úr bestu deildini.
Áttandapartsfinalurnar vera spældar í komandi viku.