Ein fraklendingur og ein ukraini eru funnir deyðir og fleiri eru løstaði og enn ikki funnin eftir at eitt skalvalop jarðaði tey í fronsku alpunum.
Vanlukkan hendi á ferðastaðnum Les Deux Alpes í Isére í Fraklandi seinnapartin. Tíggju næmingar og ein lærari í einum skúlaflokki eru tikin av skalvalopinum. Flokkurin er úr franska stórbýnum Lyon og løgreglan á staðnum hevur boðað frá, at ein 14 ára gamal drongur er funnin deyður. Tríggjir næmingar eru illa løstaðir, meðan lærarin varð funnin uttan vit. Enn eru fimm næmingar ikki afturíafturkomnir.
Franska blaðið le Monde sigur, at ein ukraini eisini er deyður, men hesin var ikki partur av skúlaflokkinum.
Enn er ikki greitt, júst hvussu nógv eru tikin av skalvalopinum. Ei heldur er váttað av almennum keldum, hvussu nógv eru funnin deyð ella løstaði.