Franskmaður hjá PSG spælir móti barndómsfelagnum City

Adrien Rabiot skrivaði sum 13 ára gamal undir ein seks ára sáttmála við Manchester City í 2008. Seks mánaðir seinni fór hann aftur til Frankaríkis.

Tá seinni fjórðingsfinalurnar í Champions League byrjað í kvøld, verður ein heldur margháttlig støða. Ein av fronsku spælarunum hjá franska meistaranum, PSG, nevniligia Adrien Rabiot, spældi sum barn við Manchester City, mótstøðufelagnum í kvøld.

 

Adrien Rabiot skrivaði sum 13 ára gamal undir ein seks ára sáttmála við Manchester City í 2008. Seks mánaðir seinni fór hann aftur til Frankaríkis, tí mamma hansara, sum eisini var umboðsmaður hansara, var ónøgd við viðferðina, hann fekk í enska felagnum.

 

Tá Zlatan Ibrahimovic í 2012 spældi sín fyrsta dyst fyri PSG, spældi Adrien Rabiot eisini sín fyrsta dyst fyri høvuðsstaðarfelagið, 17 ára gamal.

 

Øll vistu, at Zlatan fór at vera stóra stjørnan á liðnum, men hesi seinastu árini hevur Adrien Rabiot ment seg til eisini at gerast ein av lyklaleikarunum á liðnum.

 

Í dystinum í kvøld er tað PSG, sum eru favorittar. Franska liðið hevur heimavøll og hevur einans latið trý mál inn higartil í Champions League, meðan Manchester City hevur sæð heldur svikaligt út seinastu vikurnar. Serliga er saknurin í Vincent Kompany og Joe Hart stórur. Og uttan teir gerst torføra uppgávan at steðga einum Zlatan í málhýr enn møtimiklari.

 

Hin dysturin í kvøld er í Týsklandi, har Wolfsburg fær vitjan av Real Madrid.

Wolfsburg hevur vunnið allar heimadystirnir í Champions League hetta kappingarárið, men mong vísa á, at mótstøðan ikki hevur verið serliga torfør. Tað verður hon í kvøld.

 

Real Madrid kemur til Týsklands við sjálvsálitinum í topp, eftir 2-1 sigurin móti Barcelona á Camp Nou leygarkvøldið. Harumframt er einans eitt lið, sum hevur megnað at skora móti Real Madrid í Champions League í ár. 

 

Báðir dystirnir byrja klokkan 19.45.