Franski verjuovastin leggur frá sær

Leiðarin fyri vápnaðu deildirnar hjá franska herinum, Pierre de Villiers, leggur frá sær eftir at forsetin hevur givið honum eina ábreiðslu

Oddamaðurin fyri vápnaðu herdeildirnar í Frankaríki, Pierre de Villiers, leggur frá sær sambært AFP. Tað hendir, eftir at Emmanuel Macron, forseti, hevur givið honum eina ábreiðslu.

 

Tað hevur vakt ans seinastu tíðina, at Pierre de Villiers, generalur, hevur sett seg ímóti skerjingunum í fíggjarætlanini hjá herinum. Skerjingin er eftir boðum frá Macron.

 

61 ára gamli generalurin skrivar í eini fráboðan, at hann ikki longur følir, at herurin nøktar krøvini, sum »eg haldi eru neyðug fyri at tryggja verjuna av Frankaríki og franska fólkinum«.

 

Í fyrstu røðu síni um verjupolitikk segði Marcron ógvuliga greitt, at hann góðtók ikki almennan kritikk frá herinum.

 

Tað hendir, eftir at Pierre de Villiers eftir øllum at dømi hevði sagt í nevndarsamrøðu, at hann ikki fór at lata seg »lata seg hundfara við skerjingum«.

 

/ritzau/AFP