Franska landsliðið slapp ikki avstað

Tað var gott lag á fronsku lansliðsleikarunum eftir stórsigurin ímóti føroyingum í gjárkvøldið. Men teir vóru illa nokk komnir í bussin eftir dystin á Tórsvølli, fyrrenn teir fingu boðini: Vit verða ein nátt aftrat í Føroyum!

Teir máttu tí yvirnátta á Hotel Føroyum, men í morgun liggur betri fyri.

Bussurin við teimum er í løtuni á veg til flogvøllin, har flogfar teirra ? leiguflogfarið frá Malmø Aviation ? eftir ætlan skal fara kl. 10 við kós móti Villacoublay í Fraklandi.