Framvegis vón um stjórn í Grikkalandi

Formaðurin í sosialdemokratiska flokkinum í Grikkalandi, Evangelos Venizelos, hevði fyrrapartin fund við formannin í konservativa flokkinum, Antonis Samaras, um møguleikarnar at skipa nýggja stjórn. Aftan á fundin segði Samaras, at hann hevur framvegis vónir um at tað fer at eydnast at skipa eina stjórn.

Teir báðir stóru flokkarnir, sum fyrr í ár samtyktu at fremja tiltøkini, sum ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin kravdu aftur fyri at veita Grikkalandi fíggjarliga hjálp, mugu fáa stuðul frá einum triðja flokki fyri at fáa meiriluta í tinginum. Grikskir fjølmiðlar hava nevnt, at teir báðir flokkarnir fara at royna at fáa hjálp frá tí vinstrasinnaða flokkinum Dimar, sum kann tryggja teimum tann neyðuga meirilutan.

Evangelos Venizelos (myndin) og Antonis Samaras hava gjørt greitt, at teir fara ikki at taka undir við teimum, sum siga, at Grikkaland skal ógilda avtalurnar við ES og IMF. Teir siga, at ein tílík avgerð hevði forkomið grikska búskapinum, samstundis sum hini londini í evrusamstarvinum høvdu rent landið á dyr.