Framvegis útlit til at tað fer at goysa í Íslandi

Seinnapartin í dag varð vegurin til Grindavíkar aftur stongdur, og nú sleppa eingir bilar inn til býin, veit eisini íslendska kringvarpið at siga.

Síðan á midnátt síðstu nátt eru skrásettir 700 jarðskjálvtar í nærumhvørvinum kring Grindavík í Íslandi.

 

Tað sigur meterologiski stovnurin í Íslandi í dag.

Tað var farna vikuskiftið, at allir teir umleið 3000 íbúgvarnir í Grindavík vórðu fluttir burtur úr býnum.

 

Nøkur fólk eru sloppin aftur til Grindavíkar - men bert í eina lítla løtu - at taka nakrar av sínum ognarlutum og húsdjór við sær.

 

Umboð fyri norska Dagbladet eru í Íslandi og fylgja gongdini, og her siga tey, at tað eru langar bilrøðir móti Grindavík. 

 

Í dag klokkan 15, norska tíð, varð vegurin til Grindavíkar aftur stongdur av løgregluni, og nú sleppa eingir bilar inn til býin, veit eisini íslendska kringvarpið - RUV - at siga.

 

Nógvir hundrað jarðskjálvtar hava verið kring Reykjanes seinastu tíðina, og í støðum eru komnar rivur í bakkan undir Grindavík, har magma trýstir seg upp ígjøgnum.

 

- Sannlíkindini fyri, at tað fer at goysa á leiðini eru framvegis stór, verður sagt úr Íslandi.

 

##med2##