Tað er batna síðani seinnapartin, men framvegis er fitt av vindi kring landið. Sambært mátarunum hjá Landsverki er ringast í Suðuroynni, har hann nú sigur upp í 25 m/s á Fámjinsvegnum, meðan hann fyrr í dag segði 30 m/s her og á Porkerishálsi. Nú er tó munandi frægari á Porkerishálsi, har hann sigur upp í 20 m/s.
Á Norðradalsskari, í Kaldbaksbotni og við Velbastaðhálsin er nú upp í 20 m/s, meðan hann sigur upp í 17 m/s á Oyndarfjarðarvegnum.
Les meira um veðrið komandi dagarnar við at trýst á hesa leinkju.