Framsýning av marglætis stuttleikabátum á ólavsøku

Á ólavsøku verður ein framsýning í Havn av tveimum spildurnýggjum Galeon stuttleikabátum. Tað er P/F Bátatænastan sum skipar fyri hesi framsýning

Bátar

At tað eru alt fleiri í Føroyum, sum keypa sær stuttleikabátar, sæst aftur við bátabryggjarnar í Havn og aðrastaðni kring landið.

Á ólavsøku sýnir P/F Bátatænastan í Havn fram tveir Galeon stuttleikabátar í luksusklassanum. Galeon bátarnir, ið eru gjørdir í Pólandi, verða sigldir úr Gdansk í Póllandi til Danmarkar og síðan allan vegin til Føroyar.

Talan er rættuligir dreymabátar við allari hugsandi útgerð. Galeon gera bátar í nógvum ymiskum støddum. Í nýggjastu útgávuni av enska bátamagasininum Motor Boat fekk Galeon 330 toppkarakter sum besti bátur í sínum klassa. Hesir Galeon 330 kosta umleið 1,5 millión v.mvg í Føroyum.

Tað er sum at búgva á fyrsta klassa í Galeon 390, sum verða sýndir fram á ólavsøku. Har er køkur við komfýri, køliskápi og mikroovni. Eisini eru og wc og brúsa. Ikki minni enn trý sovirúm eru umborð, og 6-8 fólk kunnu búgva umborð á bátinum. Innan er alt teak, og leðursetrini eru hondseymaði.

Bátarnir hava akker, akkersspæl, oljufýr, ljósmotor og 8-persóna bjargingarbát. Hvør bátur hevur tveir Volvo Penta common-rail dieselmotorar við 310 hk hvør, tað vil siga tilsamans 620 hk og kunnu sigla 35 sjómíl. Annars fáast hesir motorar í støddum frá 280 til 435 hk.

Til framdriftina eru tríggir ymiskir møguleikar at velja ímillum: vanligur aksil við skrúvu, drev, ella tað nýggjasta IPS-systemið.

Annar av hesum bátunum hevur drev og hin hevur IPS, ið er eitt sera framkomið system, har báturin kann sigla aftur og fram og til síðurnar, alt eftir hvussu skrúvurnar venda. Á sama hátt sum t.d. á strandfaraskipinum Teistanum. Hetta er sera hent, tá báturin skal leggja at, har sum lítið pláss er. Eisini er vendidiameturin munandi minni enn á bátum við drevi ella vanligari skrúvu.

Eisini hevur báturin eina aðra framkomna skipan ið nevnist Forward Looking Phased Array Scanning Sonars. Við hesi skipan ber til at fylgja heilt neyvt við á einum skíggja hvussu landslagið er undir sjónum. Hetta er sera hent, tá siglt verður millum sker, og ivasamt er, hvussu djúpt tað er undir, har sum báturin siglir.

Prísurin á Galeon stuttleikabátunum byrjar við kr. 980.000,- v.mvg, tá er talan um ein Galeon 280.

Umframt Galoen bátar og Volvo Penta bátamotorar umboðar P/F Bátatænastan eisini onnur merkir innan útgerð til arbeiðs- og frítíðarbátar sum t.d. Mariner, Simrad, Lorenz, C-map, Humminbird og Baltic.


Fakta:

Galeon 390 Fly

Motorar2 x 5,5 litur 6 syl turbodiesel við 310hk
v. commonrail innspræning og intercooler
og sjálvstillandi ventilum


Longd11,76 m
Breidd 3,72 m
Hædd (yvir vatnlinjuni) 3,79 m
Eginvekt9.281 kg
Totalvekt 12.285 kg

Prísur frá kr. 2.300.000,- v.mvg

SøluumboðP/F Bátatænastan
Gr. Kambansgøta 4
FO-100 Tórshavn
Tel. 311735
www.batataenastan.fo