Framkomin depil við øllum hentleikum

Nýggi skotadepilin á Selatrað verður sera framkomin og fer at gera tað stuttligari at verða skóti

Sum tað sæst í aðrari grein í blaðnum, er ætlanin nú at byggja ein nýggjan skótadepil á Selatrað fyri 12 milliónir.

Sum tað sæst á yvirlitsmyndini, verður talan um ein umfatandi og framkomnan skótadepil, sum ætlanin er at gera á Selatrað.

Niðast høgrumegin á myndini sæst eitt nýtt, stórt leguhús til yvir 120 fólk. Ovast í vinstra horni er ein Rovarasmátta, til smærri bólkar av vaksnum skótum. Økið, har Rovarasmáttan stendur á, er hagi og har fara tey at planta runnar, so at smáttan kemur at standa í einum skógarlíknandi náttúrukendum hagalendi.

Ímillum Rovarasmáttuna og miðdepilin, er ein gøta og ein rundingur, sum tey nevna Úlvadalurin. Har er ætlanin at planta framvið og at hava gøtur ímillum trøðini og eitt opið pláss í miðjuni.

Ùlvarnir eru teir yngru skótarnir frá 7-12 ár.

Niðast høgrumegin er eisini ein smátta til smærri bólkar av yngru skótum, sum eru ímillum 12-16 ár. Hetta er ein smátta, sum longu er á deplinum á Selatrað.

Ferhyrnta húsið høgrumegin er Hoyløðan, men har verður ovara hæddin tikin burtur, so at sjálv løðan verður tikin burtur og at breiða oman á tann stoypta kjallaran so at tey fáa eitt skúr til útgerð at kalla undir jørð.

Wc bygningurin er mitt í myndini og hann verður verður standandi.

Runt um í myndini síggjast smáir rundingar, sum eru smærri legupláss og bálpláss og har er ætlanin at hava kranar til rennandi vatn og el.

Men miðdepilin á skótadeplinum er stóra bálplássið mitt í deplinum. Undir bálplássinum er skúr til brenni og amboð og oman á er pláss fyri einum stórum báli ella einum ella tveimum smærri bálum og á plássunum rundanum er rúm fyri nógvum fólki.

Les eisini greinina: Nýggur skótadepil fyri 12 milliónir á Selatrað