Framúr familjudagur í Nólsoy

Tað má sigast at ungdómsdeildin í Látrinum var sera heppin í veðrinum í dag. Og ikki bara tað, tí hevði Ternan tikið fleiri fólk, hevði undirtøkan verið enn størri.

Tað vísti seg, at Ternan mátti sigla tríggjar eykatúrar, so nógv fólk vildu sleppa til Nólsoyar til familjudagin hjá Ungdómshúsinum í Nólsoy. Og tað verður sagt fyri vist, at hevði Ternan tikið fleiri fólk hvønn túrin, hevði talið av vitjandi verið enn hægri enn tey um 400, sum tóku túrin um fjørðin.

- Eg veit um fleiri, ið ikki týmdu at bíða eftir at sleppa við Ternuni, og tískil fóru til hús aftur, sigur Guðrun Hansen, leiðari av Látrinum.

Longu 20 minuttir áðrenn báturin átti at sigla, var Ternan full av fólki, og gjørdi av at fara áðrenn tíðina. Síðani lá hon í Nólsoy, inntil tíð var at sigla aftur av Nólsoy í fall, at onkur ætlaði sær inn til Havnar. Og síðani sigldi Ternan tríggjar eykatúrar við fólki,

Og tey, ið leitaðu sær út til Nólsoyar, fingu ein góðan dag. Har var skipað fyri kappingum av ymsum slag, greitt var frá um Dianu Victoriu, bátin, ið førdi Ova Joensen allan tann langa veg til Langelinje, og so bar eisini til at hoyra Terja Rasmussen (myndin) syngja nakrar av sínum egnu sangum - eisini barnasangin, hann hevur gjørt.

Sagt var eisini frá um prinsessutoftirnar úti í Korndali, børnini vórðu málað av Joan (onnur myndin), ið er ein rættiligur kunstnari í so máta, børnini kundu grilla skúmfidusir í bálinum og børn og vaksin sluppu at rulla runt í stóra plastbóltinum.

- Eg haldi, at vit hava havt líka stórt yvirskot sum sjálv ovastevnan gevur, segði ein sera væl nøgd Guðrun Hansen, tá tiltakið var av fyri løtu síðani.

Og fólk vóru sera væl nøgd við familjudagin. Eg vóni vit síggjast aftur komandi ár, var heilsanin frá fleiri av teimum, ið komin vóru til Nólsoyar í dag.

Og skal metast eftir tiltakinum í dag, er hetta neyvan seinastu ferð, at ungdómsdeildin í Látrinum skipar fyri familjudegi í Nólsoy.